Tað er leygarkvøldið 13. november kl. 19, at skipað verður fyri einum hugnakvøldi fyri hjún í Lívdini. Pørini hava sjálvi mat við, og eitt par kemur at hava eitt inlegg um hjúnabandið.
Endamálið við kvøldinum er at æra hjúnabandið og biðja Guds signing yvir øll hjúnabond. Øll hjún eru vælkomin til tiltakið.
Tey ungu í Lívdini fara ein túr til Gjáar fríggjakvøldið 29. oktober og verða aftur í Havn sunnudagin 31. oktober.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til elsahansen@gmail.com við navni og flyta 200 kr. á konto 6460-994.445.3.
Heilsan úr Hvidovre
Lívdin hevur fingið heilsan frá Edvard, Dovu og Einar úr Hvidovre.
Møguligt er at lesa brævið við at trýsta á her.
Faldarin fyri oktober komin
Faldarin fyri oktober er komin út, og kann síggjast við at trýsta á her.
Skapa gleði í einum barnahjarta
Aftur í ár verður Operation Christmas Child á skránni, sum hevur til endamáls at vísa Guds kærleika og skapa gleði og vón í barnahjørtum, sum hava tørv á at upliva, at onkur hugsar um tey.
Tú kanst byrja at fylla í eina skógvaeskju nú, men síðsta innlatingarfreist er 31. oktober 2010. Fá fatur á eini skógvaeskju í góðari tíð. Støddin á eskjuni skal verða uml. 30 cm lang, 18 cm breið og 13 cm høg.
Les meira her.
Jóna Gunnarsson send út sum trúboðari, 15. august 2010.
Her eru myndir frá 15. august 2010, tá Jóna Gunnarsson varð send út sum trúboðari.