 |
|
Børn úr 4.-5. flokki framførdu í Lívdini
Her eru myndir tá børn úr 4.-5. flokki úr sunnudagsskúlanum framførdu, 23. juni 2013
|
 |
|
Barnaarbeiði í Lívdini
Skeiði sum skuldi verða leygardagin 25. mai, fyri barnaarbeiðinum í Lívdini, er útsett til 7. sept. 2013.
Nærri kunning seinni.
|
 |
|
Bønarbræv frá Shino og Halli (MARS 2013)
Samkoman hevur fingið hetta bønarbrævið frá Shino og Halli Mortensen, ið hava virkað í Nigeria sum trúboðarar
Les bønarbrævið her.
|
 |
|
Parola
Sí video her
|
 |
|
Jógvan bloggar á Tórsportalinum um Galatiabrævið
Sum nakað nýtt er Jógvan Zachariassen farin undir at blogga á tíðindaportalinum Tórsportal eina ferð um vikuna. Bloggarnir byggja á talur hildnar í Lívdini í røðini um Galatiabrævið.
Les bloggin á Tórsportalinum og deil hann við vinum tínum á Facebook.
|
 |
|
Fjakkari á italskum
So er fløgan Fjakkari hjá Regin Guttesen komin út á italskum, og hon eitur Straniero. Brot úr fløguni kunnu hoyrast her.
|
 |
|
Lívdin á Facebook
Lívdin hevur fingið sín egna profil á Facebook, sum er www.facebook.com/Livdin. Har verða upplýsingar um aktivitetir o.a. regluliga lagdir út. |
 |
|
EITT FRIÐARHEIM
Sangurin "Eitt friðarheim" lýsir, fram um alt annað, nøkur av kjarnuvirðunum, sum samkoman Lívdin hevur.
Tá Lívdin byrjaði í 2001 vórðu nakrar av hugsjónunum, at Lívdin skuldi vera ein samkoma, har tey niðurboygdu, hjartabrotnu og vónleysu kundu finna kærleika, náði og lívd.
At samkoman kundi verða eitt stað, har børn, foreldur, støk, hjún, eldri, ung, kvinnur og menn saman kundu tilbiðja Gud og ganga lívsleiðina hvør við øðrum.
Ymiskt er hvussu fólk hava upplivað hetta, men fyri mong hevur Lívdin verið eitt satt friðarheim seinastu tíggju árini.
Høvuðsendamálið hjá Lívdini og høvuðsboðskapurin í sanginum "Eitt friðarheim" er, at tann sanna lívdin er ikki ein samkoma, men ein persónur – Jesus Kristus.
Frá fyrsta degi hevur evangeliið um Jesus Kristus verið kunngjørt á ein náðiríkan og viðkomandi hátt og mong hava funnið sína sonnu lívd hjá Honum.
Lívdin vónar, at hesin sangur fer at hjálpa mongum at finna sítt sanna friðarheim í Jesusi og at tey støðugt skulu hoyra rødd hansara siga, "Hvíl hjá Mær."
- Jógvan Zachariassen
Sangurin "Eitt friðarheim" kann hoyrast við at velja myndina vinstrumegin.
Um tú vilt taka sangin niður, so høgraklikka á myndina og vel "Save link as..." ella "Gem destination som..."
Deil á Facebook
Her er kunning um sangin "Eitt friðarheim". (pdf)
Her er teksturin til sangin "Eitt friðarheim". (pdf)
|
 |
|
Tilmeldingina til kunningarritið
|
|
|
Hósdagin, 4. juli
Kaffistova er farin í summarsteðg, vit byrja aftur í september.
Leygarkvøldið, 6. juli
Skúlin við Løgmannabreyt
Kl. 21.00: ALIVE
Les meira á www.facebook.com/Ignite.Livdin.
Sunnudagin, 7. juli
Skúlin við Løgmannabreyt
kl. 10.30: Familjumøti
Á familjumøtinum verður samrøða við Billy og Jónu Hansen um teirra regluligu ferðir í Afrika.

kl. 12.00: Hoyvíksmøti
Evnið: Galatarabrævið, partur 19

Talari: Jógvan Zachariassen
Sunnudagsskúli er kl. 12.00.
Barnaansing er undir báðum møtunum
Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi
leinkju.
Týskvøldið, 9. juli
Í Lonini
Kl. 20: Bønarløta
Kvinnubønarbólkurin
Kvinnubønarbólkurin er farin í summarsteðg.
Byrjað verður aftur leygarmorgunin, 31. august 2013.
Poula Sørensen, tlf. 510322
|