Mikudagur 6. juli 2012
Vasking á Zarepta – flutt til 14. juli !!!
Vit hava nú fingið býtt um tørn at vaska á Zarepta, so tað verður leygardagin 14. juli kl. 10.30. Brúk verður fyri eini 20 fólkum at fara vestur at vaska.
Tit, sum kunnu fara við, verða biðin um at siga frá við telduposti til livdin@livdin.fo.
Um sunnudagsskúlan 8. juli
Komandi sunnudag (8. juli) fer sunnudagsskúlin í Lívdini eina hugnaliga mini-útferð frá kl. 12.00-13.00 niðan til Stórutjørn. Túrurin tekur umleið 10 minuttir at ganga hvønn vegin. Skipað verður fyri spølum, og børnini fáa okkurt at drekka á staðnum.
Minnist til at børnini mugu vera ílatin eftir veðrinum. Gott hevði verið, um nøkur foreldur kundu verið við á túrinum. Um ikki viðrar verður skipað fyri onkrum tiltaki á skúlanum fyri sunnudagsskúlabørnini.
Eru spurningar ella ivamál, setið tykkum so í samband við Jens Wang, tel. 219903.
Ungdómstiltøk í Lonini í summar
Komandi leygarkvøld kl. 21 og leygarkvøldið 14. juli kl. 21 skipar Ignite fyri "Opið hús" í Lonini. Alive tiltøkini í Skúlanum við Løgmannabreyt byrja aftur leygarkvøldið 11. august.
Bøkur til bókasavn í Nigeria
Shino og Hallur Mortensen eru júst farin aftur til Nigeria eftir at hava verið og vitja í Føroyum í nakrar vikur. Tey luttóku á tveimum møtum í Lívdini, meðan tey vóru í Føroyum.
Eitt, sum tey ynkstu at gera vart við, var tørvurin á bókum í bókasavninum á skúlanum, har tey virka, og tey ynkstu eisini at savna inn pening til keyp av fleiri bókum. Samkomuleiðslan hevur avgjørt at stuðla hesum átaki við, at Lívdin gevur skúlanum bókasettini "New International Commentary" fyri Gamla Testamenti (23 bind) og Nýggja Testamenti (18 bind).
Í heyst fara vit at fyriskipa einum átaki, har fólk úr Lívdini fáa møguleika stuðla einum bókasetti aftrat. Meira verður at frætta um hetta eftir summarsteðgin.

Hevur tú tíðindi, kunngerðir ella annað til Kunningarritið, so kanst tú senda hetta við telduposti til tidindi@livdin.fo. |