KyknubólkarFrá tí at fyrireikingarnar til at stovna samkomuna Lívdina byrjaðu, hevur tað alla tíðina verið eitt ynski hjá leiðsluni at skipa kyknubólkar í Lívdini. Tað er umráðandi, at einstaklingar og familjur koma fast til regluligu tiltøkini, ið Lívdin skipar fyri, men vit meta eisini, at tað er neyðugt, at øll tey, sum hava gjørt Lívdini til sítt andaliga heim, læra hvørt annað betur at kenna í smáum kjarnum við í mesta lagi 12 fólkum. Hetta fer at hava við sær eitt inniligari samfelag og fer at bøta um møguleikan fyri andaligum trivnaði hjá tí einstaka í samkomuni. |