PAROLA, ein ferð í Orðinum
Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!
PAROLA – ið merkir ORÐ – hevur til endamáls 1) at geva trúgvandi føroyingum møguleika at koma burtur frá strongda gerandisdegnum og brúka tíð í Orðinum og 2) at geva teimum møguleika at fáa nakað av innliti í trúboðaralívið.
So hvussu við at brúka part av tíni summarfrítíð í ár á einum føroyskum bíbliuskeiði í Italia? Hvussu við at seta tíð av í summar bæði til at kava í ljósabláa havið og at kava í Orðið? Bæði at eta teg mettan av pitsum og av Skriftunum? Hvussu við at samantvinna eina ferð í Italia við eina ferð í Orðinum?
Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Einar Vang (e_vang@olivant.fo / Tel 228038) ella Regin Guttesen (reginguttesen@gmail.com / Tel +39 32 8141 2581) og fáa meir at vita um PAROLA og um, hvussu tú kanst tekna teg.
Viðkomandi spurningar
HVUSSU NÓGV KUNNU KOMA?
- Í mesta lagi 12 luttakarar.
HVØR KANN LUTTAKA?
- PAROLA er ætlað trúgvandi einstaklingum og hjúnum, ið eru 18 ár ella eldri.
NÆR VERÐUR PAROLA SKEIÐIÐ HILDIÐ?
- 12. - 21. juli. Luttakarar kunna verða avheintaðir í Rom Fiumicino Airport ella í Napoli Airport tann 12. juli, tó í seinasta lagi kl. 18:00. Fráfaringardagurin er 21. juli.
HVØRJI EVNI VERÐA VIÐGJØRD?
"Trúgvandi í Orðsins rætta týdningi" (1. partur)
- Ábraham og Orð Guds, 2000 fyri Krist
"Trúgvandi í Orðsins rætta týdningi" (2. partur)
- Eg og Orð Guds, 2000 eftir Krist
"Tabernaklið"
- At dyrka Gud í oyðimørkini
"Heilsan úr Róm"
- Ein túrur ígjøgnum Filippibrævið
HVØR FER AT UNDIRVÍSA?
- Jógvan Júst Rasmussen, Einar Vang og Regin Guttesen.
HVAR VERÐUR PAROLA HILDIÐ?
- Í Molise landspartinum í Suðuritalia, har Heidi og Regin til dagligt arbeiða.
HVUSSU NÓGV KOSTAR PAROLA SKEIÐIÐ?
- Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 2500 (skeið, matur, koyring til og frá floghavnini). Matur fyri frídagarnar er ikki íroknaður. Tá kunnu fólk sjálvi velja, hvat tey hava hug at eta alt eftir, hvagar tey hava hug at fara frídagarnar. Gistingin er ókeypis. Um onkur vil, ber til at búgva á einum Bed & Breakfast á staðnum heldur enn at búgva saman við hinum fyri uml. 50 EURO eyka um dagin. Luttakararnir skulu sjálvir keypa ferðaseðlarnar (tó eru vit altíð til taks, um tú vilt hava hjálp ella leiðbeining við hesum).
HVUSSU VIÐ FRÍDØGUNUM?
- Tað ber til at skipa fyri túrum frídagarnar til t.d. Róm ella Pompei, á strondina ella til eitt vatnland, alt eftir, hvat fólk hava hug til.
NÆR ER SÍÐSTA FREIST A TEKNA SEG?
- Tekningartelduposturin (sum tú fært frá Einar ella Regin) skal vera sendur okkum aftur áðrenn 1. mai.
ANNAÐ?
- Um tú hevur aðrar spurningar, so send okkum teldupost ella ring til okkara.
Lat aftur
Útskriva
|