Lívdin limur í Willow Creek í Noreg
Lívdin hevur teknað seg sum lim hjá Willow Creek í Noreg, sum er eitt tvørkirkjuligt netverk fyri kirkjur, samkomur og felagsskapir. Nógv skeið og fyrilestrar verða fyriskipað at Willow Creek. Sum limur kann undirvísingartilfar keypast við avsláttrið.
Tá Lívdin skipaði fyri sunnudagsskúlaskeiði í fjør, har sunnudasskúlalærarar komu úr øllum landinum, var tað í gjøgnum Willow Creek í Noreg.
Sum limur fær Lívdin regluliga faldarar við greinum og upplýingar um tiltøk. Hetta tilfar verður lagt yvir á Brekku 3. Lívdin fær eisini talur ella prát á enskum við t.d. Bill Hybels og Gordon Mc Donald. Sum dømi uppá talur/prátu kunnu nevnast:
- Turning vision into reality
- The Resilient Life
- To Be-With Factor
- Investing in Relationsships of Impact
- Just walk across the room
- In it for the Long Haul
Vit hava fingið loyvið at leggja talurnar undir innanhýsis á Livdin, tí tær eru ætlaðar fólki í Lívdini.
Meiri fæst at vita um Willow Creek á www.willowcreek.no
Lat aftur
Útskriva
|