Lega fyri støk verður tann 13.-15. mai á Zarepta.
Yvirskriftin fyri leguna hesaferð er: “Vel lívið!” Í bíbliutímum og hugleiðingum fara vit at hugsa um stóru vónina, vit eiga í Kristusi, og um hvussu vit læra at líta á Gud og velja tað lívið, hann hevur givið okkum bæði í viðgongd og mótgongd.
Umframt bíbliutímar og hugnaløtur, verða onnur tiltøk, t.d. um viðrar, fara vit ein gongutúr leygardagin. Og tey, sum eiga børn, skulu ikki halda seg aftur. Tað verður eisini nógv gott og stuttligt fyri børnini.
Legan er fyri øll støk, ið eru 30 ár og eldri.
Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við Eydnu Berg á 219651 ella 319651, ella við at skriva til hana á eydnaberg@olivant.fo.
Sí meira um leguna á www.zarepta.fo
Lat aftur
Útskriva
|