Tíðindi og lýsingar Komandi dagar

Samkomulega 2011

Seinasta freist at melda seg til leguna er mánadagin 7. mars.
Samkomulega hjá Lívdini verður á Zarepta vikuskiftið 11.- 13. mars 2011.

Heitið á leguni er "Gud hin Heilagi".

Kostnaðurin fyri leguna er:
- Vaksin kr. 400,-
- Hjún kr. 800,-
- Børn (2-14 ár) kr. 150,-
- Ung (15-17 ár) kr. 300,-

Tilmeldingin fer fram her.

 

TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011

Nýggjar myndir frá, tá TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011

 

Jógvan vart doktaraheitið við Dallas Theological Seminary

Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.

Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.

Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.

Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.

Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við avrikinum.

 

Reach

Conference Schedule, North Cotes – April 1-3, 2010.

Les faldaran her (pdf 539KB)

 

Nú hevur Lívdin ognað sær húsini Oman Hoydalar 28

Umvælingararbeiði er liðug. Sí skránna nær bønarmøti verður í húsinum Oman Hoydalar 28.
Minnist til ikki at parkera úti á vegnum Oman Hoydalar, men á grundstykkinum hjá Lívdini omanfyri vegin.

 

Undirvísing týskvøld í Lívdini

Eitt av endamálunum í Lívdini er læra (Matt. 28:19-20) og tí ynskja vit at bjóða nógvar og fjølbroyttar møguleikar at læra um Harran Jesus. Nú verður møguleiki at koma til undirvísing í Lívdini týskvøld.

Les meira her.

 

PAROLA, ein ferð í Orðinum

Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!

Les meir her

Plakatin sæst her (pdf 331KB)

 

PETRA LIVE í Føroyum

29. apríl 2011 • kl. 22 • Nebo á Toftum
Kostnaður: kr. 250,-
Avmarkað nøgd!
Atgongumerki fáast til keyps á www.gjamma.com

Síggj plakatina her. (pdf 1MB)

 

Faldarin fyri februar komin

Faldarin fyri januar er komin út, og kann síggjast við at trýsta á her.

 

Tilmeldingina til kunningarritið

 

Simultaneous translation

Lívdin bjóðar nú beinleiðis umseting av talunum sunnumorgum fyri útlendingar!! Bjóðið útlendingum á møti hvønn sunnudag har týtt verður til enskt - simultaneous translation!!.

 










Sunnudagin, 6. mars

bjóða vit tær at vera hjartaliga vælkomnan á møti í skúlanum við Løgmannabreyt.
Familju- og tilbiðjanarmøtið byrjar kl. 10:30, og lovsongur og tala kl. 12:00.

Á familjumøtinum verður kreativt familjuinnslag, sum Absalon Áargarð skipar fyri.


Á seinna møtinum, sum er kl. 12, talar Símun Absalonsen um evnið "Gud hin heilagi".

Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi leinkjuni.

Meðan seinna møtið er kl. 12, verður barnaansing, sunnudagsskúli og UngLív.

Her kanst tú síggja hvussu møtiformurin verður.

 

Týskvøldið, 8. mars

Kl. 18.50 til 20.20 verður undirvísing í húsinum oman Hoydalar 28, evnið verður "Hvussu er Gud? - Faðirhjarta Guds", Jógvan Zachariassen talar.

Ein steðgur verður frá kl. 20.20 til 20.30 tá ein bønarløta verður.
Les meira her um týskvøld í Lívdini.



Beinleiðis á internetinum Ung í Lívdini Bólkar

Til ber at hoyra møtini sunnudagar beinleiðis á internetinum við at trýsta á hesa leinkjuna.
Møtið sunnudagar byrjar kl. 10:30.

Tey ungu í Lívdini hava heimasíðuna ung.livdin.fo.

Undir skrá og bólkar sæst nær teir ymisku gentu- og dreingjabólkarnir samlast.