 |
|
Samkomulega 2011
Tilmeldingarfreistin til samkomuleguna á Zarepta er farin.
Tey, sum ikki hava goldið legugjald, skulu flyta tað á kontu kontu nr. 9181-1705905, og í viðmerkingarteigin skal skrivast ZAR- títt telefonnummar (dømi:ZAR336699).
Kostnaðurin fyri leguna er:
- Vaksin kr. 400,-
- Hjún kr. 800,-
- Børn (2-14 ár) kr. 150,-
- Ung (15-17 ár) kr. 300,-
|
 |
|
Faldarin fyri mars komin
Faldarin fyri januar er komin út, og kann síggjast við at trýsta á
her. |
 |
|
TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011
Nýggjar myndir frá, tá TOS framførdi í Lívdini, 13. februar 2011
|
 |
|
Jógvan vart doktaraheitið við Dallas Theological Seminary
Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.
Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.
Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.
Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við avrikinum.
|
 |
|
Reach
Conference Schedule, North Cotes – April 1-3, 2010.
Les faldaran her (pdf 539KB)
|
 |
|
Nú hevur Lívdin ognað sær húsini Oman Hoydalar 28
Umvælingararbeiði er liðug. Sí skránna nær bønarmøti verður í húsinum Oman Hoydalar 28.
Minnist til ikki at parkera úti á vegnum Oman Hoydalar, men á grundstykkinum hjá Lívdini omanfyri vegin.
|
 |
|
Undirvísing týskvøld í Lívdini
Eitt av endamálunum í Lívdini er læra (Matt. 28:19-20) og tí ynskja vit at bjóða nógvar og fjølbroyttar møguleikar at læra um Harran Jesus. Nú verður møguleiki at koma til undirvísing í Lívdini týskvøld.
Les meira her.
|
 |
|
PAROLA, ein ferð í Orðinum
Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!
Les meir her
Plakatin sæst her (pdf 331KB)
|
 |
|
PETRA LIVE í Føroyum
29. apríl 2011 • kl. 22 • Nebo á Toftum
Kostnaður: kr. 250,-
Avmarkað nøgd!
Atgongumerki fáast til keyps á www.gjamma.com
Síggj plakatina her. (pdf 1MB)
|
 |
|
Tilmeldingina til kunningarritið
|
 |
|
Simultaneous translation
Lívdin bjóðar nú beinleiðis umseting av talunum sunnumorgum fyri útlendingar!! Bjóðið útlendingum á møti hvønn sunnudag har týtt verður til enskt - simultaneous translation!!.
|
|
|
Týskvøldið, 15. mars
Kl. 18.50 til 20.20 verður undirvísing í húsinum oman Hoydalar 28, evnið verður "Hvussu er Gud? - Sinnalag Jesusar", Jógvan Zachariassen talar.

Ein steðgur verður frá kl. 20.20 til 20.30 tá ein bønarløta verður.
Les meira her um týskvøld í Lívdini.
Sunnudagin, 20. mars
bjóða vit tær at vera hjartaliga vælkomnan á møti í skúlanum við Løgmannabreyt.
Familju- og tilbiðjanarmøtið byrjar kl. 10:30, og lovsongur og tala kl. 12:00.
Á familjumøtinum verður kreativt familjuinnslag, sum Annika Nielsen skipar fyri.

Á seinna møtinum, sum er kl. 12, talar Jógvan Zachariassen um evnið "Gud hin heilagi".

Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi
leinkjuni.
Meðan seinna møtið er kl. 12, verður barnaansing, sunnudagsskúli og UngLív.
Her kanst tú síggja hvussu møtiformurin verður.
|