 |
|
Umlegging av heimasiduni
Vegna umlegging av heimasiduni eru trupulleikar vid foroyskum og donskum stavurm i lotuni, arbeitt verdur vid hesum.
|
 |
|
Myndir frá kvøldmáltíðini
Her eru nýggjar myndir frá framførðsluni "kvøldmáltíðin", framførd í Lívdini skírisdag, 21. apríl 2011
|
 |
|
Fokus á ungdómin
Eitt serligt vikuskifti við fokus á ungdómin verður vikuskiftið 6. - 8. mai í Badmintonhøllini í Klaksvík. Dan & Suzie Potter, vanliga nevnd DUZIE, vitja oyggjarnar hesar dagar og tey brúka síni heilt fantastisku evnir at náa út til ungdómin, og øll sum hava við ung at gera. Umframt heilt serlig ungdómsmøtir fríggja-, leygar- og sunnukvøldið, verður eisini spennandi seminar um ungdómsarbeiðið leygardagin frá kl. 10 - 18. Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.om.fo, har ein eisini kann lesa meira um møtitíðir o.a.
Her er plakatin og her er brævið til samkomurnar. (pdf)
Í samband við vitjanina er videoinnslag við teimum her.
|
 |
|
Innbjóðing
Fyrireikingarnevndin fyri Skeiðsdepilin Immanuel og Skálavíkar Kommuna vilja fegin bjóða
tykkum við til avdúkingina av minnisvarðanum um Eiler Jacobsen, sála og til hátíðarhaldið av
Frítíðar- og Skeiðsdeplinum, sum hjúnini Beinta og Eiler Jacobsen hava latið bygt í Skálavík og
givið Føroya Fólki sum gávu.
Her er innbjóðingin og skráin (pdf)
|
 |
|
Lega fyri støk verður tann 13.-15. mai á Zarepta
Yvirskriftin fyri leguna hesaferð er: "Vel lívið!" Í bíbliutímum og hugleiðingum fara vit at hugsa um stóru vónina, vit eiga í Kristusi, og um hvussu vit læra at líta á Gud og velja tað lívið, hann hevur givið okkum bæði í viðgongd og mótgongd.
Les meir her
Plansjan sæst her.
|
 |
|
PAROLA, ein ferð í Orðinum
Tú hoyrir meir og meir um álop á bæði Skriftirnar og kristindómin sum heild. Samstundis hevur tú lítla og onga tíð í strongda gerandisdegnum at lesa, njóta og granska Orðið. Tú veitst kanska nógv meir um tín lesnað ella yrki enn um Bíbliuna. Úrslitið er, at tú ert vorðin ótrygg/ur í Orði Guds og dugir illa at virðismeta tað og luta tað við onnur.
Um tú kennir teg aftur í hesum, so er PAROLA júst nakað fyri teg!
Les meir her
Plakatin sæst her (pdf 331KB)
|
 |
|
Faldarin fyri apríl komin
Faldarin fyri apríl er komin út, og kann síggjast við at trýsta á
her. |
 |
|
Nýtt úr Kenya frá Petur Zachariassen, mars 2011
Sum vit skrivaðu um í síðsta brævi, so høvdu vit fleiri føroyingar á vitjan í februar, og hesin mánaðurin byrjaði eisini á sama hátt. Vit høvdu vitjan av tveimum ungum føroyingum, Trúgvi Vestergaard Dam og Selma Tausen Olsen.
Les tíðindaskrivið her.
Her eru nakrar myndir frá Kenya.
|
 |
|
Jógvan vart doktaraheitið við Dallas Theological Seminary
Hósdagin 10. februar vardi Jógvan Zachariassen doktararitgerð sína við Dallas Theological Seminary í USA.
Ritgerðin ber heitið: "Theology of Music". Ritgerðin viðger sambandið millum tónleik og gudfrøði og hvussu ein tónleikari skal fyrihalda seg til tónleik og trúarlív í síni egnu mentan.
Vegleiðarar hjá Jógvani vóru Dr. Oscar Lopez og Dr. Ronald Man, báðir professarar í gudfrøði og tónleiki. Afturat teimum sótu í dómsnevndini Dr. Scott Barfoot, Head of Doctoral Department á Dallas Theological Seminary og tveir aðrir professarir.
Eitt serligt við hesari verjuni var, at Jógvan vardi ritgerðina úr Føroyum, verjan fór nevniliga fram umvegis video conference call á Skype. Ein dómari sat í Washington, ein í Oklahoma, ein í Houston og tveir í Dallas, Texas, og Jógvan í Føroyum.
Vit ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við avrikinum.
|
 |
|
Undirvísing týskvøld í Lívdini
Eitt av endamálunum í Lívdini er læra (Matt. 28:19-20) og tí ynskja vit at bjóða nógvar og fjølbroyttar møguleikar at læra um Harran Jesus. Nú verður møguleiki at koma til undirvísing í Lívdini týskvøld.
Les meira her.
|
 |
|
Tilmeldingina til kunningarritið
|
 |
|
Simultaneous translation
Lívdin bjóðar nú beinleiðis umseting av talunum sunnumorgum fyri útlendingar!! Bjóðið útlendingum á møti hvønn sunnudag har týtt verður til enskt - simultaneous translation!!.
|
|
|
Ungdómsmøti
Viðvíkjandi ungdómsmøtinum, sí nýggju heimasíðuna hjá teimum ungu http://ignite.livdin.fo.
Sunnudagin, 1. mai
bjóða vit tær at vera hjartaliga vælkomnan á møti í skúlanum við Løgmannabreyt.
Familju- og tilbiðjanarmøtið byrjar kl. 10:30, og lovsongur og tala kl. 12:00.
Á familjumøtinum talar Monika Kunoy Sharp, sum er trúboðari á Filipsoyggjunum.

Á seinna møtinum, sum er kl. 12, heldur Jógvan Zachariassen á við Rómbrævinum - Tørvurin at fara til Jerúsalem (Róm. 15:22-33).

Til ber at hoyra møtini beinleiðis á hesi
leinkjuni.
Meðan seinna møtið er kl. 12, verður barnaansing, sunnudagsskúli og UngLív.
Her kanst tú síggja hvussu møtiformurin verður.
Týskvøldið, 3. mai
Kyknubólkar eru saman týskvøldið 3. mai.
Eingin bíbliuskúli verður meðan kyknubólkar eru, men húsið oman Hoydalar 28 verður opið til eina bønarløtu frá kl. 20.30 til 22
|